SSBB 27.juni-WiiWare 20.Mai
05/05/2008 klokkan 04:13 - Vagnur


9. mars kom Super Smash Bros. Brawl út í USA, og síðani tá hava nógvar gitingar verði um, nær hetta spæli fór at koma til Europa. Vænta var at Nintendo fór at kunngera at spælið, fór at koma til Europa seinast í juni ella fyrst í july. Nú hevur Nintendo so kunngjørt nær Super Smash Brawl kemur, og teir hava eisini kunngjørt nær WiiWare og Nintendo channel koma.

Nintendo hava oftana "alenna kunngjørt", nær Super Smash Brawl fór at koma út í europa. Men tað hava teir eisini tikið aftur hvørja ferð. fyrst var tað 29. Juni, so var tað 5 July. So byrjaðu gitinganar, og fólk byrjaðu at undrast. Men tað behøvast tey ikki longur, tí at ein dato fyri SSB:B er komin. 27. juni kemur hetta spæli at raka Europa. Spælið hevur fungi toppkarakter runt um á internetinun. Á gamespot fekk spæli 9,5, og tað fekk eisini 9.5 frá IGN.

20. Mai kemur nakað sum fólk hava klaga leingi um hevur mangla á wii. Og tað er WiiWare. Á WiiWare kanst tú downloada spøl uppá nøkulunda sama stíl sum "XboX live Arcade" og "PlayStation Network". bert 10 dagar aftaná at WiiWare kemur út, kemur Nintendo Channel, sum loyvir wii eigarun at downloada Nintendo DS spøl. Ninendo Channel kann man downloada gratis frá Wii Shop Channel frá 30. mai.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 05/05/2008 klokkan 10:49

uhh, so kann eg so spæla Phantom Hourglass
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 12/05/2008 klokkan 04:48

Phantom Hourglass vil eg hava til DS Man skal spæla spøl á tí originalu consolini XD

Free games woohoo

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.