Optimera heilan við Fps-Brain
24/01/2008 klokkan 15:36 - dreaKan
[/size] [/i]
Nú er tað møguligt at optimera heilan hjá sær til spæl við tablettum. Hetta vil virkið, Tomarni, verða við, ið er fari undir at framleiða hesar tablettur.

Fps-Brain, sum vøran er navngivin, skal, eftir Tomarni at døma, betra um reaktións- og konsentratiónsevnini hjá tær. Tú skalt taka tablettina ein tíma áðrenn hon virkar, og varðar upp til seks tímar.

Sagt verður á heimasíðuni, at vøran ikki er psykiskt- ella mentalt bindandi og nýtur einans ISO 9001 góðkendar ingrediensur. Gaming.fo hevur hugt ígjøgnum listan av ingrediensum, og fyri tað mesta sær tað út til at vøran er samansett av ymsum vitaminum og eitt sindur at pulvur kaffein. Tó verður einki sagt um bivirkningar.

Prísurin fyri eina dós av Fps-Brain er 19,00€.

[img]http://img242.imageshack.us/img242/8603/fpsbrainiu8.jpg[/img]
[i][size=6]Kelda: http://www.fpsbrain.com/index.php?page=start&switchLanguage=english

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
HForce

12/05/2017

Stað: -
Innlegg: 4349
# 1 - 24/01/2008 klokkan 15:41

So er spurningurin, fer hetta at verða loyvt til kappingar? CPL hava í hvussu so er eina reglu mótir doping, kemur hetta undir tað?


Siðst broytt av dreaKan tann 24/01/2008 klokkan 15:58 (broytt 1x)
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 2 - 24/01/2008 klokkan 15:44

Tað er bara doping um talan er um ólóglig stoffir. Hetta eru bara vanligar vitaminir og kaffein. All perfectly legal.


Siðst broytt av Sammi tann 24/01/2008 klokkan 22:54 (broytt 1x)
HForce

12/05/2017

Stað: -
Innlegg: 4349
# 3 - 24/01/2008 klokkan 15:47

Ja, men tað er enn eitt stoff uttanifrá gjørt til at betra um performance. Har er enntá onkuntíð diskussión um kaffi og energy drinks skal koma undir doping.
Gordon

14/10/2015

Stað: -
Innlegg: 1809
# 4 - 24/01/2008 klokkan 19:53

haha , just what I need .
so er tað bara um tað riggar
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 5 - 24/01/2008 klokkan 23:00

Grundin til at nakar er ímóti doping, er tí at tað er farligt, at brúka steroidir og onnur vandamikil ólógir stoff.

At banna nýtslu av onkrum substansum bara fyri at banna teimum gevur ikki meining. Kaffi og energi drinkir eru ófarligir og lógligir.
HForce

12/05/2017

Stað: -
Innlegg: 4349
# 6 - 24/01/2008 klokkan 23:11

Grundin til at doping ikki er loyvt, er tí at tað gevur ein "unfair advantage", sum ikki er vælkomi í ítrótti.

Har er so nógv annað sum er farligt, sum at roykja, men ítróttarfólk sum roykja verða ikki blakaði úr ligaum og liðum.
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 7 - 25/01/2008 klokkan 09:32

Ja ok, men tað er ikki unfari advantage um allir drekka kaffi og energi drinkir

Var faktist í gongd við at skriva um handan problematikkin eisini, men eg droppaði tað, tí eg var so troyttur. Manglaði kaffi

Eg teinki at tað hevði verið nokso ómøguligt hjá teimum, sum eru vanir við kaffein í daglidegnum at klára seg uttan. Eg drekki kaffi, bara fyri at halda meg vaknan og koma uppá null punkti. Tey sum vanliga klára seg uttan eru longu á null. Tá ið tað er soleiðis so er tað eitt level playing field.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.