AC Chronicles: China
22/04/2015 klokkan 08:00 - HForce


Assassin's Creed er komið langt síðani tað fyrsta spælið varð útgivið í 2007. Serian er blivin til ein av teimum heilt stóru franchises, við árligum útgávum av iterativt mentum spølum.

Nú koma so Assassin's Creed Chronicles, trý smærri spøl sum geva okkum innlit í søgurnar hjá Assassins runt um í heiminum. Tað fyrsta spælið eitur Assassin's Creed Chronicles: China, og fylgir einari kinesiskari Assassins í 1500-talinum.

Tvey tey næstu Chronicles koma at ganga fyri seg í Indien og Russlandi.

China útgávan kemur út í dag til Windows, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært launch trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.