Battlefleet Gothic: Armada teaser
09/05/2015 klokkan 08:00 - HForce


Battlefleet Gothic er tabletop spælið hjá Games Workshop, har rúmdarskip spreingja hvørt annað í luftina. Tað gongur fyri seg í sama universi sum Warhammer 40.000 tabletop spælið.

Nú verður hetta gjørt um til eitt RTS telduspæl, við Battlefleet Gothic: Armada. Í spælinum kemur tú at stýra einum flóta hjá einum av fýra síðum: Imperial, Chaos, Eldar ella Orks. Tú fært møguleikan at umsita kompositión og útgerð hjá tínum flóta í stríðnum móti móstandandi rúmdarflótum.

Hetta er langt frá fyrstu ferð við síggja telduspøl við universum hjá Games Workshop. Har eru fleiri RTS spøl sum eru bygd á Warhammer 40.000, og vit hava fyri stuttum sæð, at næsta Total War spælið verður fyri fyrstu ferð baserað á eitt fiktivt univers, nemliga tað hjá Warhammer.

Nýggi teaser fyri Battlefleet Gothic: Armada vísur ein bardaga millum Imperial og Chaos styrkir, og tú sært hann niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.