14/05-08: PSN Tíðindi
15/05/2008 klokkan 02:15 - PSnake
Orsaka at eg eri seinur, men eg havi havt ymsir trupuleikar, síðan mislukkaða LAN Party, fyri ikki so langari tíð síðani. Men tó, nú eri eg aftur. PSN hevur nógv, ið bæði er nýtt og áhugavert!

Nógv verða nokk samd við mær um, at mest áhugaverda uppdateringin í Playstation Store er demoið til Haze. Haze er ein av hasum spølunum, ið skulu sigast at gera Playstation 3 góða og øðrvísi frá sínum mótstøðumonnum.
Fyri at tosa um hettar spælið, er eitt evnið til tess HER.

Næst er so Condemned 2 demoið. Condemned 2 er eitt sera óhugnaligt spæl, og tað er lætt at síggja, hvat ið SeGA Europe vilda gera við hesum spælinum. At fáa teg at pissa í brøkurnar. Fyrsti skermur tú sært, er ein, ið biður teg um at instilla sjónvarpið, so at tað er akkurát so myrkt, sum teir vilja hava tað.
Hettar er eitt gott tekin, um at spælið ikki verður so galið. Um hettar verður slóbrótandi, kann eg ikki siga út frá demoinum, men eitt vil eg siga. Tað er gott at síggja okkurt sum hettar, eftur einari keti av spølum sum Resistance: Fall of Man, Call of Duty: Modern warfare, Halo 3, og so víðari.
Útfrá endavideonum kann man síggja, at vápn verða við, tó rokni eg ikki við, at tað verður eitt beinleiðis FPS. So tit sum vilja hava spøl fyri online multiplayer, eg giti ikki at hettar verður fyri tykkum. Men eitt er sikkurt. Vold fer spælið at hava nokk av.
og vold hevur aldrin skaða nakran, ha?

So er ein rúgva av upptøkum frá Playstation Day, eitt tiltak í Englandi. Her sær man ymsar framløgur, um hvussu tað stendur til hjá Playstation, og ymsar framtíðarætlanir. SumT av tí er sera áhugavert, men fyri tey, ið ikki orka at síggja alt, ráðið eg í hvussu er til at hyggja at teimum, ið eita:
Play has no Limitations
Play is Hiding and Waiting
Annars hoyra nakrir trailarir undir hettar eisini, ið eru áhugaverdir. Annar er Mirror's Edge, og hin er ProjectSiren. Tað fyrra er eitt nokkso nýtt innan spælheimin, ímeðan tað seinna virkar meiri sum eitt óhugnaligt spæl.

Race Driver GRID hevur eitt demo. Tað tekur 962 megabyte, so tað skuldi ikki tiki so leingi at taka niður, fyri tey, ið kenna til hettar koyrispælið, ella bara eru áhugaði.
Eitt Bowling spæl, ið eitur High Velocity Bowling er eisini at fáa fyri 59.95.

Annars eru nógvir Game Packs komnir. Ein game Pack, er ein pakkið, ið koyrir meiri inn í eitt spæl. Til dømis eru 2 til Guitar Hero III. Annar gevur tær sangirnir: Exo-Politics, Stockholm Syndrome og Supermassive Black Hole hjá Muse. Hin gevur tær: Nine Lives(Live), Photograph(Live) og Rock of Ages hjá Def Leppard. Teir kosta 44.95 fyri hvønn pakka.
Til Need for Speed: ProStreet, kanst tú fáa Bugatti Veyron 16.4 og McLaren F1 fyri 24.95 stykki. Annars eru tveir pakkar (Extender Pack Premium Car 1 og 2), ið hvør gevur tær 6 nýggir bilar hvør. Teir kosta 39.95 stykki.
Snakeball heldur seg ikki aftur heldur, og letur teg nú kunna spæla multiplayer! Upp til 4 spælarir kunnu spæla offline, og upp til 8 online. Hettar kostar 24.95.
Til High velocity Bowling fæst nú bowlarin Mike 'The Strike' Diaz. Hann fæst fyri 7.95. Tað hevur man nokk ráð til, ikki so

Annars eru bert smátingini eftur. Ein trailari til Ironman, eitt tema av Haze, eitt wallpaper av Haze, eitt Rainbow Six Vegas 2 tema, Kane and Lynch game pack trailari, Buzz Trailari og ein Game Pack til Blast Factor.

Enjoy

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.