Batman Arkham Knight tikið av hilluni
27/06/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað nýggjasta Batman spælið kom út fyri stuttum til konsoles og til PC. Tað letur til at PC útgávan er ein ekstremt vánalig port av console útgávunum, og at tað viðførir eina rúgvu av feilum og vánaligum optimeringum.

Har eru klagur í túsundatals um at Batman: Arkham Knight riggar illa á PC, og tað hevur nú fingið tann konsekvensin, at spælið er tikið av hilluni, so at siga. Tað fæst ikki longur til keyps gjøgnum Steam. Ætlanin er at lata upp aftur, tá ið spælið er blivið nóg væl fiksað.

Allarhelst hevur Batman: Arkham Knight havt eina stramma deadline, og er tí blivið skundað út gjøgnum hurðina. Hitt ekstremið er til dømis GTA 5, hvørs PC útgáva bleiv ekstremt nógv seinkað, men eisini varð væl móttikin tá tað endiliga varð klárt.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 27/06/2015 klokkan 15:21

Ein grund til at pre-orders er nakað lort. Tað ger bara at spøl sum ikki eru liðug koma út for tíðliga.
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 28/06/2015 klokkan 13:11

27/06/2015 klokkan 15:21 - Oblimix:
Ein grund til at pre-orders er nakað lort. Tað ger bara at spøl sum ikki eru liðug koma út for tíðliga.


Mær dámdi væl prikið í trailer fyri South Park spælið, har tey siga "preorder, bla bla", og so hoppar Butters fram og sigur "yeah, let's all preorder, that's a good idea".

Vánalig pre-orders hava fingið so nógva uppmerksomheit í seinastuni, tað er ótrúligt at fólk blíva við at gera tað.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.