Angry Birds 2 er downloadað 10 milliónir ferðir
04/08/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað nýggjasta spælið hjá Rovio hevur verið úti í styttri enn eina viku, men tað er longu heintað niður yvir 10 milliónir ferðir. Talan er sjálvandi um Angry Birds 2, sum kom út til smartphones og tablets tann 29. juli.

Tað upprunaliga Angry Birds kom út í 2009, og er blivið til eina risa succes. Umframt at hava selt fyri nógvar milliónir í sær sjálvum, hevur tað skapt fleiri spin-off spøl. Rovio hava enntá licensera Angry Birds út til alt frá taskum til bomm.

Øll Angry Birds spølini tilsamans eru blivin heintaði niður meira enn eina milliard ferðir. Tað nýggjasta er free-to-play.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.