Berjist við rúmdarflótum í Dreadnaught
22/08/2015 klokkan 06:00 - HForce


Dreadnaught er eitt komandi team-baserað skjótispæl, har tú stýrir stórum rúmdarskipum. Saman við einum liði skalt tú samanseta ein flóta við ymsum klassum, og berjast móti einum øðrum liði online.

Klassarnir líkjast teimum klassisku klassunum úr øðrum spølum. Vit hava ein skjótan men útsettan "scout", eina kraftiga men seina "dreadnaught", eitt milumting millum tey bæði, ein healer og ein sniper.

Tað ber til at melda seg til stongda beta á heimasíðuni hjá Dreadnaught. Tú sært ein trailer við frágreiðing um spælið og klassarnar niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.