YouTube Gaming er lanserað
28/08/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað hevur verið ávegis leingi, men nú er YouTube Gaming endiliga lanserað. Tað varð kunngjørt fyri nakað síðani, at YouTube ynskir at skapa eina dedikeraða tænastu, sum kann kappast beinleiðis við Twitch. Hetta var aftaná, at Amazon stakk av við Twitch, sum tað sigst at YouTube sjálvi vildu keypa.

Fyri tveimum mánaðum síðani fingu eitt lítið innlit í, hvussu YouTube Gaming skuldi síggja út. Nú kanst tú síggja tann heila útgivna platformin.

Eg havi hugt eitt sindur runt, og tað er ikki so líkatil at finna runt í YouTube Gaming, sum eg hevði ímyndað mær. Hetta kann saktans bara vera tí, at eg ikki eri vanur við tað. Men eg hoyrdi eisini ein forvirraðan streamer spyrja sínar hyggjarar um ymsar funktiónir.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.