Battlefleet Gothic: Armada gameplay trailer
12/09/2015 klokkan 06:00 - HForce


Vit hava fingið eitt sindur nærri innlit í komandi Battlefleet Gothic: Armada spælið, sum fyrst varð víst fram fyri nøkrum mánaðum síðani. Nú er nemliga komin ein gameplay trailer, sum forklárar eitt sindur hvussu tað kemur at ganga fyri seg.

Spælið er ment við Unreal Engine 4, so tað hevur potentialið til at verða pent. Komandi RTS spælið er baserað á borðspælið hjá Games Workshop, har tú kríggjast við einum úrvalið av krígsskipum í rúmdini.

Battlefleet Gothic: Armada kemur at hava eina søgu tú kanst spæla gjøgnum, har tú kríggjast við tínum Imperium Fleet móti fíggindum. Opinbart fært tú eisini møguleikan at ávirka søgugongdini gjøgnum ymisk val.

Tú sært tann nýggja gameplay trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.