Afro Samurai 2 launch trailer
23/09/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað fyrsta Afro Samurai spælið kom út í 2009 til PlayStation 3 og Xbox 360, og nú kemur eftirfylgjarin.

Afro Samurai 2: Revenge of Kuma fylgir hesuferð ein av nærmastu vinunum hjá Afro Samurai, Kuma. Hann hevur vitnað drápið av teimum hann elskar, og er komin nær deyðanum sjálvur, og er nú úti eftir hevnd.

Søgan er skrivað av Jim DeFelice, skrivarin handan Oscar-vinnaran American Sniper. Afro Samurai 2 er komið út á Steam og PlayStation 4, og kemur út á Xbox One tann 9. oktober. Tú sært launch trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.