Win Again trailer fyri DreamHack Open
24/09/2015 klokkan 06:00 - HForce


Í løtuni er DreamHack Open í gongd, sum er ein av stóru turnéum av e-sport kappingum. Tað er DreamHack sum skipar fyri, sum annars er kent fyri heimsins størsta LAN sum verður hildið í Svøriki.

Eitt av steðgunum í ár er í býnum Cluj-Napoca, har átta Counter-Strike: Global Offensive lið koma at kappast um tilsamans $40.000 USD. Fýra lið verða bjóðaði beinleiðis, tvey koma at kvalifisera seg online, og tvey kvalifisera seg á staðnum gjøgnum eina BYOC kapping.

Í hesum sambandi hava DreamHack framleitt eitt imponerandi video at skapa hype við. Tú sært tað niðanfyri. Tú kanst lesa meira um DreamHack Open á heimasíðuni.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.