25/05-08: PSN Tíðindi
25/05/2008 klokkan 05:21 - PSnake
Her er so nógv komið síðan síðst, at tað bara verða ein ella tvær linjur um hvørt

Dark Myst - Hettar er eitt spæl, eg havi bíða eftur leingi. Hettar er eitt lítið spæl, har tú stýrir einari konu, ið minnir um ein eingil. Tú hevur í langa tíð hildið myrkrinum burtur í einum templið langt undir jørðini. Men av tí at færri og færri fólk trúgva, at myrkri eru har, so missir tú tína megið, og myrkri sleppur út aftur. Tú skalt verða hendan bogakonan, og sleppa av við myrkri aftur. Góða eydnu
Spælið kostar 59.95,-

C&C Red Alert - Ja, tú læs rætt. Red Alert til Ps3 og PSP. Hav hettar gamla, kenda RTS spælið í lummanum við tær allastaðni. Tað kostar 39.95,-

WipEout Pure PLA PSP - Nú kanst tú fáa hettar Science-Fiction kapkoyrispælið til PSP. WipEout er kent fyri sítt ótrúliga skjóta tempo og góða gameplay. Tað kostar 199.00,-

Overlord: Raising Hell (Demo) - Útfrá demoinum sær hettar spælið heilt gott út. Graffikkurin er ikki beinleiðis nógv at reypa av (sjálvt um reklaman er SERA flott), so er gameplay nakað heilt serligt. Eg havi ikki prøvað nakað heilt sum hettar áður. Eg veit ikki hvussu nógv fólk verða áhugaði í endaliga spælinum, men demoið er heilt sikkurt vert at prøva.

The Bourne Consiracy (Demo) - Eitt spæl eftur filminum við sama heiti. Eg kann ikki ikki siga hvussu væl tað fyrlgir filminum, men tað er enn eitt áhugavert spæl. Tað er sera væl skift millum nevabardagar og skotbardagar, sjálvt um teir kundi arbeitt uppá skjótipartin eitt sindur. Kameraðið er heldur ikki nakað at reypa av. Men enn vert at prøva

Iron Man (Demo) - Aftur eitt spæl eftur einum filmi, men hettar er sera væl gjørt. Eg vóni at spælheimurin fer aftur at gera Action spøl sum Iron Man, tí at tað er tað vit mangla. Um hetta spælið so hevur smærri stýri og kameratrupuleikar, so er tað enn eitt sera gott spæl.

Everybody's Golf (Demo) - Man kann fáa hettar golfspælið í Beginner (byrjunarstig, lágstið) og Intermediate (ofta tað sama sum Normal ella Medium, miðstið).

Ultimate Board Games (Demo) - Ein samling av brætspølum fyri tín PSP. Tað kann verða gott at hava spøl sum Talv, Mahjong og Backgammon í lummanum til longri túrar.

Haze videolag - Eitt videolag hjá Korn, gjørt til spælið Haze.

PixelJunk Monsters: Encore - Ein Game-Pack til væl-dámda PixelJunk Monsters. Her er ein heil nýggj oyggj við 15 nýggum banum og 5 nýggjum sangum. Hann kostar 24.95,-

Everybody's Golf (Game Packs) - Dámar tær golf spælið 'Everybody's Golf', so eru 2 nýggir spælarar tú kanst keypa: Teir eru Alex og Gloria og kosta 7.95,- stykki

Tema og bakgrundsmyndir: Echochrome (bakgrundsmynd), PixelJunk Monsters: Encore (Bakgrundsmynd og tema), Overlord (Bakgrundsmynd og tema), Warhawk (Tema), Eye of Judgement (tema) og Pain (tema)

Trailarir til spøl og filmar: Burnout Paradise (Spæl), Indiana Jones 4(filmur), High Stakes Poker (spæl), Haze (spæl) og Brothers in Arms (spæl),

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

10/11/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 25/05/2008 klokkan 14:28

Red Alert til PSP? Nice!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.