Agent 47 kemur aftur í Hitman í 2016
30/10/2015 klokkan 06:00 - HForce


Áh, Agent 47. Tú ert ein av teimum professionellu dreparunum sum vit blíva við at elska, síðani fyrstu ferð vit sóu teg í Hitman: Codename 47, sum kom út í 2000.

Næsta ár kemur Agent 47 aftur, og tað verður við komandi spælinum sum bert eitur Hitman. Spælið varð kunngjørt á E3 í ár. Tað er enn danski spælmennarin IO Interactive sum mennir spælið, og Square Enix sum útgevur tað.

Ein nýggjur trailer fyri Hitman vísur økir úr býnum Sapienza, har Agent 47 kemur at finna sær nøkur mál. Trailarin tekur okkum við á eina ferð gjøgnum luftina og vísir okkum støddina av hesum bananum.

Hitman kemur út tann 11. mars til Windows, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært tann nýggja Sapienza trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.