Activision keypir mennaran av Candy Crush
04/11/2015 klokkan 06:00 - HForce


Candy Crush. Ultimative free to play mobile spælið, sum fyritøkan King stendur aftanfyri. Tú kennir alt for væl hetta spælið, tí øll frá tíni yngru systkin til omma tín spæla tað allan dagin.

Og so hava vit Activision Blizzard. Ein respekterað fyritøka sum er kend fyri at menna ordilig spøl, og fær stóra succes við at gera tað.

Tað er nú kunngjørt, at Activision hava keypt King fyri $5,9 millardir amerikanskar dollars, sum svarar til ca. 40 millardir krónir.

Til samanbering gav Disney $4 millardir dollars fyri Lucasfilm, og Microsoft gav $2,5 millardir dollars fyri Mojang, mennaran av Minecraft.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.