Yo-Kai Watch er ein Pokémon avbjóðari
19/11/2015 klokkan 06:00 - HForce


Pokémon er ein av mest succesfullu spæl-brands nakrantíð, og gjøgnum tíðina hava nógv onnur roynt at emulera tað. Síðani Pokémon varð útgivið í 1996, hevur tað skapt eina franchise við einum ótali av spølum, filmum, samlikortum og merchandise.

Ein avbjóðari kann vera tað nýggja Yo-Kai Watch úr (sjálvandi) Japan. Tað hevur longu fleiri spøl á japanskum, og universið hevur enntá eina sjónvarpsrøð koyrandi, sum var eitt av teimum elementunum sum fekk Pokémon at bróta ígjøgnum. Í hesum universinum hevur tú eisini ein protagonist, sum samlar eina rúgvu av kríatúrum, sum eita Yo-Kai.

Spurningurin er, hvussu væl mann kann byggja eina tílíka franchise upp, sum er rættað mótvegis børnum, tá ið øll børn eru uppvaksin við at spæla á tablets. Strategiurin letur til at vera nakað tann sami sum tá ið Pokémon gjørdi um seg fyri tveimum áratíggjum síðani, men har mugu vera tíðar-svarandi tillagingar um tað skal eydnast.

Yo-Kai Watch kemur nú út sum Nintendo 3DS spøl á enskum. Tú sært trailer fyri niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.