Amplitude kemur til PlayStation 4 í januar
03/12/2015 klokkan 06:00 - HForce


Ein kult klassikari til PlayStation 2 er Amplitude, tónleika spælið sum gjørdi at Harmonix bleiv til ein av kendastu framleiðarum av tónleika spølum. Harmonix gjørdi nemliga eisini seinni millum annað Guitar Hero.

Spælið varð ikki ein kommerciel succes tá tað varð útgivið í 2003, men fólk elskaðu tað allíkavæl. Fyrr í ár gjørdu Harmonix tí eina Kickstarter kampagnu, har tey fingu $844.127 USD (knappar seks milliónir krónir) at menna eitt remake av Amplitude.

Hetta remake kemur út tann 5. januar til PlayStation 4. Men um tú gav minst $40 til Kickstarter kampagnuna, fært tú atgongd tvær vikur áðrenn, altso tann 23. desember. Tú sært launch trailer fyri Amplitude niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.