7/06-08: PSN Tíðindi
07/06/2008 klokkan 20:16 - PSnake
Hví kemur altíð okkurt uppí, sum seinkar meg eina viku, til at gera hettar her

Battlefield Bad Company Demo - Har hava verði fleiri eldri trailarir til hettar spælið. Man hevur sæð nógv til tað á playstation Network, og nú er so endiliga eitt demo útið. Spælið sær áhugavert út, av tí at søgan sær iki út sum hettar typiska, við at heimurin er við at verða yvirtikin av alien ella ein heimsbardagi er á veg.
Heldur er søgan eitt sindur skemitilig. Heilt sikkurt vert at prøva, um tú kanst Einasti trupuleiki eg kann síggja út frá demoinum, er at gameplay virkar ikki so nógv øðrvísið enn onnur FPS spøl.

Dragonball Z : Burst Limit - Eg skal ikki fjala, at eg eri ein STÓRUR Dragonball fan og havi lisið allar bøkurnar og eigi øll Dragonball spøl til Ps2 frá Dragonball Budokai til Dragonball Budokai Tenkaichi. Tað besta eg havi prøvað hagartil er Budokai 3. Eftur Tenkaichi misti eg álitið á Dragonball spølini, av tí at tað var so øðrvísi á ein ringan hátt. Eftur at hava prøvað Burst Limit, haldi eg, at tað kundi verði tað vert at prøvað hettar nýggja spælið.
Ongantíð hevur Dragonball sæð so gott út, og stýringin er blivin væl betur. Kanska kunnu Dragonball spølini einaferð metast við Tekken og Dead or Alive, um tey kunnu blíva við at blíva betur á hendan hátt.

Super Puzzle Fighter II Turbo HD - Ja, navnið er veruliga so langt. Men tað betíðir ikki, at spælið er verri. Eftur at hava prøvað tað, má eg siga, at tað er rættuliga gott. Sjálvt um har eru 4 Modes at spæla í, so er kappingarligi hátturin ein variatión av Tetris. Um einum dámar competitive puzzle spøl, so er hettar títt spæl
Tað kostar 74.95,-

Killzone Liberation PLA - Eftur hvat eg havi hoyrt, gekk tað ikki so væl hjá upprunaliga Killzone spælinum til Ps2, men eg má siga, at PSP spælið er sera gott, útfrá hvat eg havi sæð í demoinum.
Og nú kann tað downloadast beinleiðis gjøgnum PlaystationStore, sum stutt sagt ger at tú EINKI betalir fyri fragt og tann fysiska diskin, á ein hátt
Tað kostar 200,-

Rayman - Nú er tann armleysa, hálsleysa og beinleysa hetjan, við teimum sveimandi hondunum, føtrunum, høvdinum og kroppinum, aftur til Ps3 og PSP. Nú kanst tú aftur bjarga heiminum frá tí ónda Mister Dark, fyri bara 39.95,-

MediEvil: Resurrection - Fyri eitt sindur av tíð síðani kom MediEvil til PlaystationStore, og mær dámdi tað heilt væl. Eitt stuttligt Adventure/Action spæl, har tú var Sir Daniel Fortesque. Nú er hann aftur fyri at drepa ónda gandakallin Zarok og herð hansara!
Spælið kostar 199.00,-

Tom Clancy's RAINBOW SIX - Kenda serian Rainbow Six hevur sínar røtur einastaðni afturi í tíðini. Nú kanst tú síggja hvussu alt byrjaði á tíni Ps3 ella PSP fyri bara 39.95,-

Game packs: Guitar Hero III: God of War Theme (ókeypis), Guitar Hero III:Motörhead (44.95,-), Toy Home: Second Gear (29.95,-), Army of Two Veteran Map Pack (ókeypis),

Trailarir: Top Spin 3 (Spæl), Resident Evil 5 (spæl), Super Stardust HD Game Pack Trailer, Overlord: Raising Hell (Spæl),

Backgrundsmyndir og tema: Pixeljunk Monsters (Wallpaper), Prince of Persia - Arabesque (Wallpaper), Prince of Persia - New Prince (Wallpaper),

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 1 - 09/06/2008 klokkan 17:33

Feitt at tú gert hesi innleggini PSnake.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.