Svakt Wii remote fix
23/01/2008 klokkan 04:14 - Sammi


Herfyri var tað ein sum ikki fekk ein av kontrollarunum til sín Nintendo Wii at rigga orduliga. Knappar riggaðu og man kundi peika á skermin, men tá ið tað kom til golf, tennis og baseball, so var tað sum um kontrollarin slett ikki var til.

Hann royndi alt hann kundi. Skifta battaríð, resync'a kontrollaran við konsolina, reset'a kontrollaran, men einki hjálpi, so hann ringdi til support linjuna hjá Nintendo. Eftir at hann hevði greitt frá støðuni, gekk samtalan umleið soleiðis:

Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Okey - tú skalt taka kontrollaran í hondina og venda síðuna við knøttunum niðureftir, og síðan skalt tú buka hann niður í hendurnar einar tvær tríggjar ferðinar."
Maðurin: "Tú tvætlar?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: Nei, slá nóg hart so at eg kann koyra tað yvir telefonina, men ikki so hart at kontrollarin tekur skaða."
Maðurin: "Ert tú sikkur?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Ja"


Ja hann so gjørdi... BANK, BANK, BANK... og vupti so riggaði kontrollarin aftur!

Kelda: http://blog.wired.com/geekdad/2007/12/crazy-wii-remot.html

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.