Amazon bjóðar ókeypis tøkni at menna spøl
16/02/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eftirhondini finnast fleiri ymsar tøknir sum tú lættliga kanst fáa fatur á, um tú vilt menna telduspøl. Til dømis danska Unity og Unreal Engine hjá Epic Games.

Nú kemur Amazon eisini við einum boði. Sum kunnugt keyptu Amazon Twitch fyri nakað av tíð síðani fyri umleið eina milliard dollars. So risin tykist at spakuliga vera á veg longur inn á spælmarknaðin.

Amazon Lumberyard er ein nýggjur engine at skapa spøl við, og hann er fullkomiliga ókeypis. Tú skalt hvørki gjalda fyri nakað licens afturfyri at brúka tað, ella gjalda royalties av tínari sølu. Tað sum Amazon so harafturímóti kann tjena pengar uppá, er um tú brúkar aðrar net-tænastur hjá fyritøkuni. Tey reka nemliga AWS, ein stór hosting tænasta, og hesa kanst tú lættliga knýta afturat tínum spæli til online multiplayer. Eisini eru upplagdar Twitch integratiónir, sum nemliga nú eisini gagna Amazon.

Tú kanst lesa meira um Amazon Lumberyard á teirra heimasíðu.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.