Yahoo skapar eina e-sport tíðindasíðu
07/03/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein av stóru internet-risunum hevur í langa tíð verið Yahoo, sjálvt um fyritøkan ikki longur er so aktuell sum hon hevur verið. Yahoo hevur altíð fungera sum eitt slag av "portali" við undirsíðum um alt møguligt tilfar, og nú hava tey opnað eina nýggja síðu fyri e-sport.

Síðan bjóðar tíðindi, analysur og video innihald. Onkur vil vera við, at live video hjá Yahoo riggaði betur enn hjá Twitch til IEM Katowice, so kanska Yahoo hava ein møguleiki at berjast um oddasessin tá tað kemur til e-sport tíðindaflutning.

Tað hevur altíð verið nógv kapping um "journalistikk" í e-sport, sjálvt um tað eru tey fægstu sum hava megnað at gera annað enn at umskriva tíðindaskriv frá liðum og kappingum. Yahoo er ikki kent fyri veruligan journalistikk, so tað verður kanska heldur ikki til so nógv meira enn vit eru von við, men tað verður kanska flottari pakkað inn.

Tú kanst lesa um lanseringina av Yahoo Esports og síggja eina stutta videolýsing um átakið á hesari leinkju.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.