Animeraður stuttfilmur um Winston úr Overwatch
24/03/2016 klokkan 06:00 - HForce


Komandi spælið hjá Blizzard, Overwatch, verður útgivið tann 24. mai í ár. Nógvur spenningur er um hetta fyrsta skjóti-spælið sum Blizzard hava ment, sum enntá gongur fyri seg í einum heilt nýggjum universi.

Vit hava sæð ein gameplay trailer fyri Overwatch fyrr, men mann sær lætt, at figurarnir eru ikki bara standard multiplayer klassar uttan persónligheit. Har er talan um eitt veruligt univers aftanfyri, við persónum sum hava hvør sína væl-gjøgnumhugsaða bakgrund.

Hesa bakgrund síggja vit nú fyri Winston, tann stóra geniala apan, sum er tann eini figururin og klassin í Overwatch. Niðanfyri sært tú nemliga ein animeraðan stuttfilm, sum er eitt vindeyga í lívið og fortíðina hjá Winston.

Overwatch kemur út tann 24. mai til Windows, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.