Battlefleet Gothic: Armada launch trailer
24/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


So er tað útgivið: telduspælið av borðspælinum Battlefleet Gothic, har tú stýrir einum flóta av rúmdarskipum í gigantiskum bardagum.

Battlefleet Gothic er eitt borðspæl hjá Games Workshop, har tú samlar og málar figurar av rúmdarskipum, og síðani uppsetur episkar bardagar á spísiborðinum. Tað er eitt offline strategispæl, og tí gevur tað meining at digitaliseraða útgávan er eitt RTS spæl.

Spælið hevur sjálvandi ein stóran multiplayer komponent, júst sum borðspælið, men tað hevur eisini eina gjølla single-player campaign. Vit hava fyrr sæð, hvussu hendan kemur at útfolda seg.

Battlefleet Gothic: Armada er komið út til PC. Tú sært launch trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.