26/06-08: PSN Tíðindi
26/06/2008 klokkan 19:46 - PSnake
Metal Gear Solid 4 Database - Um tað er nakað tú vil vita um Metal Gear Solid, so skalt tú ikki leita longrið. Í hesum fílinum uppá 77 Megabyte skuldi tú kunna funnið alt um Metal Gear seriuna, sum tær nýtist at vita.
Tú kann finna alt um persónar, vápn hendingar, og forhold millum fólkini. Eg hevði sett meg at hugt nærri at tí, men tíðanverri vil eg ikki hava nakrir spoilarir enn um Metal Gear Solid 4.

Dark Sector Demo - Í Dark Sector ert tú ein maður, ið ikki heilt er sum allir aðrir. Allur armurin hjá honum sær út, sum er hann ein maskina ella sum okkurt demoniskt.
Endiliga kemur okkurt vanligt Action spæl aftur, heldur enn øll hesi FPS (First Person Shooter) spølini, ið eru komin í síðstuni (Haze, Call of Duty, Battlefield Bad Company).
Forandring Fryder

Enemy Terriroty: QUAKE Wars Demo - Quake Wars hevur eitt áhugavert multiplayer system, har í man ístaðinfyri bara at skjóta hvønn annan, intil man vinnur, so hevur man ymisk mál at klára fyri at vinna. Báir partar skulu steðga hvør øðrum frá at klára hesi mál.

Wolf of the Battlefield: Commando 3 - Eg haldi at minni spøl blíva betur og betur dámd, tí at her koma fleiri og fleiri av teimum, og tað nýggjasta í PlaystationStore er so hettar.
Man kann verða tríggir persónar. Ein maður, ið er miðal í øllum, ein maður sum hevur nógv lív, men er seinur og hevur fáar granatur, og til síðst ein kona, ið er skjót og hevur nógvar granatur, men fá lív.
Tað er so heilt sikkurt eitt áhugavert spæl, men tó kann tað verða, at her koma ov nógv spøl av hesum slagnum út, ið líkjast ov nógv. Um tað er so ella ikki, f+aa vit at síggja, tá tað kemur út. Tá skal eg so í hvussu er hava tað.

Civilization Revolution Demo - Heilt erligt vil eg siga, at RTS (Real-Time Strategy) ikki riggar væl á konsollum, men hvussu munnu TBS (Turn-Based Strategy) spøl klára seg?
Eg vil siga at hettar spælið riggar nokkso væl. Hetta er eitt kríggj spæl, har tú velur eina fólkaætt (Egyptaland, Frakland, Rom osv.), har hvør hevur sínir eginleikar.
Hvussu gott tað er, mást tú sjálvur meta um.

Pursuit Force: Einnýggjur gamal Playstation 1 klassikari er her. Tú ert ein politimaður í einum býði, við alt ov nógvum kriminalitetið. Og øll vita, at tað ið er best ímótir vápnum, eru betur vápn og stórri skot bardagar, ikki so?

Haze: Interview - Tónleikabólkurin Korn hevur gjørt ein sang og eitt vdeolag til spælið Haze til Playstation 3. Nú fáa vit so eisini eitt interview við Jonathan Davis úr Korn, har prátað verður um spælið og sangin Korn hevur gjørt.

Movement -Sony hevur sent Spencer og Martin út at finna 20 nýggir tónleikabólkar í 5 ymiskum býðum. Eg kann síggja hvussu hetta fer at hjálpa Independant Bands, men hvat tað hevur við gaming at gera, tað síggi eg ikki.
Vit fáa at síggja hvussu Sony fer at fáa Ps3 og PSP uppí hetta her.

Game packs: Guitar Hero III: Isle of Wight (3 sangir frá Isle of Wight Festivalinum, 44.95,-) og Coldplay Track Pack (3 sangir hjá Coldplay, 44.95,-) og World of Warcraft (I am Murloc, ókeypis), High Stakes: Poker Add on, Everybody's Golf World Tour: Oceania Resort Court (29.95,-), Warhawk: Booster Combo Pack (59.95,-), Pain: Nigel (Game Pack)

Trailarir: Metal Gear Solid 4 (Trailer), Battlefield: Bad Company (3 nýggir Trailarir), GT Academy (Trailer, evni um tað í forum her), Pain: Characters (Trailer), Prince of Persia: Debut (Trailer), Call of Duty; World at War (Trailer),

Backgrundsmyndir og tema: Pixeljunk Monsters: Bee (Wallpaper), Pixeljunk Monsters: Rainbow (Tema), Pain: Nigel (Tema), High Velocity Bowling: Strike (Tema), High Velocity Bowling: Bowl (Tema), High Velocity Bowling: Postcard (Tema),

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

10/09/2018

Stað: -
Innlegg: 4368
# 1 - 26/06/2008 klokkan 19:49

Eg kundi ordiliga væl hugsað mær at roynt ET:QW. Er tað eisini at fáa sum demo á Xbox 360?
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 27/06/2008 klokkan 15:22

Tað veit eg ikki, men eg meini at man kann fáa tað til teldu.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.