Allar World of Warcraft ekspansiónir eru nú ókeypis
25/05/2016 klokkan 06:00 - HForce


Síðani World of Warcraft varð útgivið í 2004, hevur tað fingið fimm ymsar ekspansiónir. Tær elstu eru eftirhondini blivnar ókeypis, soleiðis at tú ikki noyðist at keypa tær afturat World of Warcraft fyri at fáa atgongd til innihaldið. Nú er túrurin komin til seinastu ekspansiónina, Warlords of Draenor.

Við útgávuni av Warlords of Draenor kom nýtt lív í World of Warcraft, og tað verður nú tøkt hjá øllum. Tú noyðist tó enn at keypa sjálvt World of Warcraft spælið, sum kemur við einum mánaða av spæli-tíð, og hareftir kostar tað eina upphædd hvønn mánaða at halda áfram at spæla.

Broytingin er ivaleyst fyri at gera klárt til komandi ekspansiónina til spælið, Legion. Hon kemur við einum nýggjum kontinenti, sum eitur The Broken Isles. Eisini hevur hon ein nýggjan class til tín karakter: Demon Hunter.

Legion kemur afturat World of Warcraft tann 30. august í ár.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.