Anarki hevur ongantíð verið so adorable
16/07/2016 klokkan 06:00 - HForce


Hvat ger mann, um mann verður stýrdur av einum dystopiskum corporation-stati? Mann byrjar eina revolutión!

Tað skalt tú gera í Anarcute, har tú stýrir einari stórari fjøld av adorable demonstrantum móti hesum ónda stati. Tú skalt koppa valdini og taka kontroll aftur til fólkið.

Við einari áhugaverdari tilgongd til gameplay, ein fittum og litfagrum listarligum stíli og einum fangandi soundtrack sær Anarcute út til at vera eitt hugaligt lítið indie-hitt. Tað er komið út til PC og Xbox One, og tú sært launch trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.