Agony er eitt horror-spæl í helviti
29/08/2016 klokkan 06:00 - HForce


Vit mangla ikki horror spøl. Aftaná Amnesia kom út eru nógv onnur sum hava gjørt spøl sum beinanvegin minna um, men sum sjálvandi ofta hava sín egna máta at gera tingini uppá.

Eitt spæl sum hevur eina serliga órógvandi stíl er komandi Agony, sum sær út til at ganga fyri seg í tí bíbilska helviti. Tað er eitt first-person yvirlivilsis horror spæl, har tú vaknar sum ein sál uttan minni um sína fortíð.

Tú hevur eginleikan at kunna yvirtaka og stýra onnur fólk og enntá demonar á tínum vegi, og tú endamál er at sleppa undan hesum torturerandi landslagi.

Agony kemur út í 2017 til PC, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.