Aliens koma til Elite Dangerous
04/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Í spælinum Elite Dangerous eksistera har officielt ikki aliens. Sjálvt um fyrru spølini hava havt eina alien-rasu sum kallast Thargoids, so hava hesi ikki upptraðkað í nýggja Elite Dangerous enn.

Inntil nú. Spælarar hava nemliga funnið eitt alien skip sum er dottið niður á ein mána. Sniðið á skipinum minnir nógv um fyrrnevndu Thargoids, og væntandi kemur hendan rasan aftur til Elite universið.

Í longri tíð hava ymisk hints veri um eina alien rasu, men einki heilt definitivt. Spælarar hava funnið løgnar strukturar á planetum og mánum, og ókendir lutir eru funnir runt í rúmdini. Hetta er tann fyrsta váttanin um at nakað ómenniskjasligt er har úti.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.