Ger mat í Zelda: Breath of the Wild
24/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað komandi The Legend of Zelda spælið varð avdúkað fyrr í ár á E3 ráðstevnuni. Tað er eitt open-world spæl, og hóast tað hevur ein teknifilmsligan stíl, so hevur tað daprar tónar.

Sum eitthvørt sjálv-respekterandi nútímans RPG spæl, so hevur komandi Breath of the Wild sjálvandi ein “cooking mechanic”, har tú kanst gera ymsar rættir við ingrediensum tú finnur í heiminum. Hesir rættir hava ymsar ágóðar, so sum at gera teg sterkari í eina lítla løtu ella bara lekja tíni sár.

Tú sært eitt video niðanfyri, sum demonstrerar hesa matgerð funktiónina. The Legend of Zelda: Breath of the Wild kemur út til Wii U og NX næsta ár.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.