Tiny Metal á Kickstarter líkist Advance Wars
25/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eitt av best dámdu strategispølunum til Game Boy er Advance Wars, sum varð útgivið fyri heili 15 árum síðani. Tað er eitt turn-based strategi spæl við simplum men djúpum gameplay og einum unikkum teknaðum stíli.

Fleiri uppfylgjarar til spælið eru komnir, men tann seinasti varð heilt afturi í 2008. Eftirsum Nintendo ikki vilja útgeva fleiri líknandi spøl, má onnur taka sakina í egnar hendur.

Cue Tiny Metal. Spælið er inspirerað av klassiska Advance Wars, og hevur turn-based gameplay har tú stýrir bólkum av hermonnum í bardaga. Tað verður ment av ymsum japanskum mennarum, og roynir í løtuni at heinta fígging gjøgnum Kickstarter. Tú sært teirra Kickstarter video niðanfyri.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 1 - 25/09/2016 klokkan 10:49


HForce

22/12/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 25/09/2016 klokkan 21:51

Haha, væl sæð! Tá mann sær tað saman, virkar tað jú sum totalt blatant kopi.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.