Crasha tínar vognar í Planet Coaster
26/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tú hevur spælt Rollercoaster Tycoon og líknandi spøl, so hevur tú nokk roynt at bygt tær flottastu deyðsmaskinurnar eitt tivoli nakrantíð hevur sæð. Vognar sum detta, flúgva og eksplodera.

Sjálvandi sleppur tú eisini at gera tað í komandi Planet Coaster, indie spælið har tú stendur fyri einari park við rutsjubanum og skal fáa tað til at mala runt.

Tú sært eitt vakurt video niðanfyri av tí kaos tú kanst skapa. Planet Coaster kemur út til PC tann 17. november.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.