Óútgivið Valve spæl sær dagsins ljós
27/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tá ið fyrsta Quake spælið kom út, komu skjótt nógvar kreativar mods. Ein av teimum var Threewave, sum hevði capture-the-flag við einum innovativum “grappling hook” sum gjørdi tínar rørslur meira fríar og ringar at gita um.

Tá ið Half-Life 2 varð likið heilt afturi í 2003, fylgdi ein mappa við sum eitur “3wave”, men eingin hevur heilt vitað hvat var í henni. At royna at brúkar fílarnar hevur bara fingið spælið at crasha, men ein moddari hevur nú funnið útav at pakka innihaldið út og gera tað til eitt spæl sum riggar. Og tað vísir seg, at hetta er nøkulunda tað sama sum gamla Threewave á Quake.

Viðkomandi hevur gjørt hetta moddið heilt klárt til at spæla, og tú kanst faktiskt heinta tað niður beinanvegin og byrja at spæla á servarum sum hann hevur lagt upp. Tú sært videoið niðanfyri, og tú finnur vegleiðing til at spæla spælið í hansara video detaljum á YouTube.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.