Søgu trailer fyri Watch Dogs 2
29/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Uppfylgjarin til Watch Dogs er á veg. Fyrsta spælið hevði eitt áhugavert koncept og bleiv nógv hyped, men endaði ikki við at verða so væl móttikið sum útgevarin Ubisoft kanska hevði væntað.

Hóast undir-miðal móttøkuna, so kemur Watch Dogs 2 út í ár. Hesuferð ert tú Marcus Holloway, ein hackari í San Fransisco sum kemur uppí hackara-bólkin “DedSec”, sum allarhelst er stílaður at minna um veruliga LulzSec og fiktiva hackara bólkin úr kendu sjónvarpsrøðini Mr. Robot.

Sum Marcus kemur tú at berjast móti risa-fyritøkuna Blume, sum heintar data um alt og øll. Tú sært søgu trailer niðanfyri. Watch Dogs 2 kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 15. november í ár.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 01/10/2016 klokkan 14:17

eg spældi ongantíð eittarin. Nyttaði tað nakað?

hetta sær tó út til at vera heilt øðrvísi
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 2 - 04/10/2016 klokkan 22:00

Eg spældi tað heldur ongantíð, men premissan er áhugaverd nokk. Kanska tað er skeg nok um tú ikki væntar alt for nógv?
Tað er €30 á Steam.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.