Síggj evolutions hjá starters í Pokémon Sun & Moon
05/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eitt nýtt video er víst fram um komandi Pokémon spølini, Sun & Moon. Vit hava fyrr sæð starters, men vit mangla enn at síggja hvat teir blíva til.

Hetta video vísir akkurát hetta. Í hvussu so er tað fyrstu evolutiónina, men vit kunnu ganga sterkt út frá at har er ein triðja. Hon kemur allarhelst í einum video seinni!

Eisini síggja vit til ymsar lokatiónir í nýggju spølunum, so sum eitt "paradís" har tínir Pokémons fara til, tá ið teir verða goymdir á tínum PC, altso tá teir ikki eru millum teir seks tú kanst hava við tær á ferð.

Tú sært videoið niðanfyri. Pokémon Sun & Moon koma út tann 18. november í ár til Nintendo 3DS.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.