ReCore fær stóran patch ein mánaða aftaná launch
06/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri einum mánaða síðani varð ReCore lanserað til Xbox One og Windows, og tað sær nokk so spennandi út. Tað er eitt action-adventure spæl sett á heiminum Far Eden, har tú spælir hetjuna Joule Adams sum fylgist við einum skara av robottum sum hjálpa sær á vegnum.

Men spælið varð ikki alt for væl móttikið, serliga tí at har vóru ein rúgva av bugs og vánaligar load tíðir. Hetta hevur mennarin roynt at gjørt nakað við, og nú er ein stórur 5,5GB patch komin til spælið, sum betrar load tíðir, ger nakað av grafikkinum flottari og ordnar bugs.

Saman við hesum patch er komin ein heilt ókeypis demo útgáva av spælinum, so tú kanst sjálv/ur meta um betringarnar áðrenn tú keypir. Tú sært trailer fyri ReCore niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.