Slepp avstað í Dishonored 2
08/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Uppfylgjarin til Dishonored hevur nakað tað sama gameplay: infiltrera og drep. Tá ið tú ert liðug/ur, skalt tú sjálvandi sleppa út aftur á lívi. Tað sært tú í nýggja "Daring Escapes" trailaranum.

Har er gameplay við bæði Corvo og Emily, sum tú frítt kanst velja at spæla sum í Dishonored 2. Vit síggja nøkur av teirra serligu eginleikum meðan tey flýggja undan vaktum og øðrum.

Tú sært nýggja "Daring Escapes" trailer niðanfyri. Dishonored 2 kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 11. november.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.