Gameplay úr Styx: Shards of Darkness
09/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri tveimum árum síðani varð Styx: Master of Shadows útgivið. Fyrr í ár fingu vit váttað, at ein uppfylgjari er á veg, sum eitur Styx: Shards of Darkness.

Har skalt tú aftur sum lítla trøllið Styx navigera nýggja býin Thoben og stjala ein heilt serliga lut. Á vegnum skalt tú infiltrera ymisk støð og sníkja teg framvið vaktum (ella avskaffa teir).

Ein nýggjur gameplay trailer vísir nakrar av teimum møguleikum tú hevur fyri at gera hetta, og vísir eisini fram nøkur av serligu nýggju evnunum sum tú hevur at brúka av.

Tú sært hendan gameplay trailer niðanfyri. Styx: Shards of Darkness kemur næsta ár til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.