Pokémon Sun & Moon Legendaries trailer
11/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um hálvan annan mánaða kemur Pokémon Sun & Moon út á handheld maskinuni hjá Nintendo! Spælið hevur nógva hype, og fær allarhelst eitt boost av populariteti frá Pokémon GO, sum nøkulunda øll í heiminum hava tikið til sín.

Pokémon Sun & Moon fylgir í stóran mun frymilin sum hevur gjørt fyrru Pokémon spølini so væl dámd. Tú fangar Pokémons og trenar teir sterkar fyri at vinna móti øðrum Pokémon trenarum. Hesuferð eru tó summi nýgg element og broytingar. Til dømis letur tað til, at Gyms eru heilt vekk!

Vit hava sæð hvørjar Pokémons tú sleppur at byrja spælið við, og eisini teirra fyrsta evolutións-form.

Tú sært nýggja Legendaries trailer niðanfyri. Pokémon Sun & Moon koma út tann 18. november í ár til Nintendo 3DS.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.