Nýggjur de_inferno bani komin út á CS:GO
15/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Counter-Strike hevur altíð verið eitt spæl, har hvør dystur kann ganga fyri seg á einum ymiskum bana. Summir banar eru blivnir “standard” banar, við til dømis de_dust2 sum nokk tann mest ikoniska banan úr nøkrum telduspæli nakrantíð.

Ein av kjarnu-banunum í Counter-Strike hevur í langa tíð verið de_inferno, og tað broyttist ikki við nýggjastu CS iteratiónini, Counter-Strike: Global Offensive.

Men eitt sindur síðani varð de_inferno fjernaður úr vanligu puljuni sum verður brúkt til kappingar. Síðani tá hava Valve arbeitt uppá at broytt banan, og úrslitið er nú komið.

Banin er blivin munandi meira opin, og minnir uppá nógvar mátar um hvussu hann sá út í upprunaliga CS. Til dømis “banana” er opnað upp, og hevur ikki longur eina løgna gongubreyt við hálv-veggum at snúgva seg gjøgnum.

Tú kanst lesa meira um hvussu de_inferno er broytt á officiella blogginum, og tú kanst royna banin longu nú.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.