Ein nýggjur (-ish) trailer fyri Prey
16/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri tíggju árum síðani kom ikoniska spælið Prey út. Næsta ár kemur Prey út. Og nei, tað hevur einki við tað fyrra at gera.

Eg skrivaði fyrr í ár um nýggja Prey, sum gongur fyri seg í 2030’unum. Tú ert eitt menniskja við serligum evnum, fastur/føst á einari rúmdarstøð undir álopi av mystiskum skugga-monstrum.

Tá sóu vit ein trailer, og nú er aftur komin ein trailer. Spoiler alert: hann er nøkulunda tað sama, bara við einari kvinnurødd sum narrator ístaðin fyri upprunaliga mannfólkarøddina. Mennarin vil opinbart bara gera tað týðiligt, at tú kanst velja kyn tá tú spælir. Ella liggur nakað meira mystiskt aftanfyri?

Tú sært nýggja (-ish) trailer niðanfyri. Prey kemur út í 2017 til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.