PVP trailer fyri Ashes of Ariandel DLC
17/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eg havi fyrr skrivað um komandi DLC til Dark Souls 3, sum eitur Ashes of Ariandel. Tað varð kunngjørt fyri tveimum mánaðum síðani, og vit fingu ein gameplay trailer ein mánaða seinni.

Men tað er ikki Dark Souls uttan PVP. Nýggja Ashes of Ariandel er einki annarleiðis, og har eru eisini nýggj elementir til PVP’ina.

Tú sært PVP gameplay niðanfyri, og eisini nakað av co-operativum gameplay. Ashes of Ariandel kemur út sum DLC til Dark Souls 3 á PlayStation 4, Xbox One og Steam tann 25. oktober.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.