Eitt nýtt Red Dead er á veg
18/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Red Dead Redemption verður av nógvum sæð sum eitt av bestu spølunum á fyrru konsol generatiónini (og undirritaðu kann ikki annað enn at vera samdur). Tað kom út í 2010, og var sjálvt eitt slag av uppfylgjara til Red Dead Revolver frá 2004.

Nú er líka lang tíð gingin sum tað gekk millum fyrsta og næsta Red Dead spølini. Og tað letur til, at tað triðja skjótt kemur at heilsa uppá.

Rockstar Games hava nemliga lagt teasers út á sín Twitter brúkara. Fyrst sítt logo í eyðkenda stílinum úr Red Dead, og so í gjár nakrar cowboy-silhuettir, sum er ringt at mistaka fyri eina Red Dead scenu.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Tanerion

04/10/2018

Stað: -
Innlegg: 1987
# 1 - 18/10/2016 klokkan 17:59

Og so eisini: http://www.siliconera.com/2016/10/18/red-dead-redemption-2-officially-announced-playstation-4-xbox-one/

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.