Váttað: Red Dead Redemption 2
19/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


So er tað officielt. Red Dead Redemption 2 er á veg.

Eg skrivaði í gjár um nøkur hints sum Rockstar Games hava lagt á sín Twitter vanga. Tað var lítil ivi um, at talan var um eitt nýtt spæl í Red Dead røðini.

Rockstar hava lagt upp eina heimasíðu, sum fortelur at spælið kemur um heystið 2017 til PlayStation 4 og Xbox One. Einki orð um PC. Kanska tað verður sum við Grand Theft Auto 5, sum kom til PC langa tíð aftaná tað kom út til konsoles.

Nýggja spælið eitur Red Dead Redemption 2, og ljóðar til at ganga fyri seg í einum opnum heimi, akkurát sum seinasta spælið. Heimurin verður eisini grundarlag fyri einari nýggjari online uppliving.

Trailer fyri spælið kemur skjótt.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.