Nýggjur trailer fyri Assassin’s Creed filmin
20/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Vit hava vitað í eina tíð, at ein Assassin’s Creed filmur skal koma út í ár.

Vit hava eisini longu sæð ein trailer fyri hann. Har síggja vit Michael Fassbender spæla ein mann í nú-tíðini, sum hevur genetiskar røtur í loyniliga Assassins bólkinum. Hann er fangaður og verður settur í Animus maskinuna, sum skal granska lívið hjá hansara forfaðir. Júst sum í fyrsta Assassin’s Creed spælinum.

Assassin's Creed filmurin kemur út tann 21. desember. Tú sært nýggja trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.