Klárt at byggja tína Civilization
24/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Sætta útgávan av kendu Civilization røðini er útkomin. Hon hevur uppfinsama navnið Civilization VI, og varð fyrst avdúkað fyri skjótt einum hálvum ári síðani.

Sum áður er tað tín ábyrgd at leiða eina civilizatión frá byrjan til harradømi yvir jørðina, og tað er upp til tín um tú vilt gera tað gjøgnum militært vald (inb4 Gandhi), diplomati ella vísundaligari gransking.

Civilizatión VI kom út til PC tann 21. oktober, og tú sært launch trailer fyri spælið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.