Søgan aftanfyri Prey forklárað
31/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri skjótt trimum mánaðum síðani varð spælið Prey avdúkað. Tað gongur fyri seg í nærmastu framtíð, men í einum eitt sindur annarleiðis universi enn okkara egna.

Í Prey universinum kom menniskjað í kontakt við ein løgnan alien lívsform, og byrjaði at granska hann. Náh ja, og Kennedy yvirlivdi attentatið.

Marknaðarføringin fyri Prey hevur verið eitt sindur keðilig higartil, men við hesum video verður tað eitt sindur áhugavert at læra meira um søguna handan hendan lívsformin og granskingina av honum, og hvussu tað førdi til katastrofuna tú sum høvuðspersónar skalt avgreiða.

Tú sært hetta video niðanfyri. Prey kemur út í 2017 til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.