Øll Amnesia spølini eru komin til PlayStation 4
02/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein av heilt stóru horror spølunum í nýggjari tíð hevur verið Amnesia, sum tú kanska kennir frá einum ótali av streamers og "let's play" videoum, har tú sært tínar yndis online persónligheitir skríggja av ræðslu.

Amnesia røðin er eftirhondini trý spøl: The Dark Descent, Justine og A Machine For Pigs. Øll trý er nú komin út sum ein samlaður pakki til PlayStation 4, so nú kanst tú eisini uppliva instant klassikaran á console.

Tú sært ein trailer fyri hetta niðanfyri, sum faktisk er settur saman av let's play videoklippum.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Likka_64

24/08/2019

Stað: -
Innlegg: 245
# 1 - 02/11/2016 klokkan 16:02

HVAR ER PEWDIEPIE Í HASUM TRAILARUM?!
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 2 - 02/11/2016 klokkan 21:49

02/11/2016 klokkan 16:02 - vat-ta-fak:
HVAR ER PEWDIEPIE Í HASUM TRAILARUM?!


Man skal nokk hava loyvi fyri at brúka teirra klipp í sínum trailer. Antin hevur Pewdiepie bara sagt nei, ella vildi hann hava pengar fyri tað, rokni eg við.
Likka_64

24/08/2019

Stað: -
Innlegg: 245
# 3 - 03/11/2016 klokkan 00:43

True, men hann var so kendur at spæla tað tho...

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.