Uppliva Elder Scrolls Online óansæð level
26/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri næstan tveimum árum síðani bleiv MMORPG spælið The Elder Scrolls Online free-to-play. Harafturímóti skalt tú enn keypa spælið fyri at koma í gongd, og har eru innførdar micro-transactions.

Við einari nýggjari uppdatering er Elder Scrolls Online flutt seg til at verða enn meira opið, serliga fyri nýggjar og low-level spælarar. Tú kanst nú nemliga uppliva alt innihaldið í spælinum, fara hvar sum helst og gera hvat sum helst, uttan at verða forðað/ur av tínari level. Um tú akkurát ert komin í gongd, men tú hevur vinir sum hava spælt í langa tíð, so kanst tú sleppa at spæla við beinanvegin.

Uppdateringin eitur One Tamriel, og tú kanst lesa meira um hana á heimasíðuni hjá Elder Scrolls Online. Launch trailer fyri One Tamriel sæst niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.