Maskinurnar úr Horizon Zero Dawn vístar fram
29/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Spælið Horizon Zero Dawn varð víst fram fyri einum ári síðani. Tað gongur fyri seg í einum post-post-apokalyptiskum heimi, leingi aftaná heimurin er gingin undir og stabiliseraður aftur.

Menniskju er endaði aftur í einum stammu-samfelagi við primitivari tøkni, og dominanti lívsformurin á Jørðini letur til at vera robottar. Tað er ikki enn forklárað, akkurát hvar hesir robottar koma frá.

Eitt nýtt video vísir fram nakrar av tonkunum, sum liðið handan Horizon Zero Dawn hava hugsað tá ið robottarnir vórðu designaðir. Tú sært tað niðanfyri. Spælið kemur út ekslusivt á PlayStation 4 tann 28. februar 2017.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.