Nýtt spæl frá Hi-Rez: SMITE Tactics
25/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyritøkan handan kompetitiv spøl sum Tribes: Ascend og Paladins og MOBA spælið SMITE hava avdúkað eitt heilt nýtt spæl. Men tað er baserað á guðalæruna úr teirra MOBA spælið.

Nýggja spælið eitur SMITE Tactics, og er eitt taktiskt samlikort spæl. Við at samla kort og samanseta tey áðrenn hvørt spæl byrjar kanst tú velja hvussu tín herur skal síggja út. Tú kanst so stýra teimum á einum top-down bana móti tínum mótstandara.

SMITE Tactics er enn undir menning, men tú kanst síggja nøkulunda hvussu tað kemur at síggja út í avdúkingini niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.